Gunnar er 40 ára gamal og er handilsútbúgvin hjá PM, har hann hevur arbeitt í 23 ár. Seinastu árini hevur hann verið innkeypsleiðari. Hann er eisini partaeigari og nevndarlimur í fyritøkuni.
Gunnar er annars best kendur innan fótbóltin sum HB-leikari og á landsliðnum. Hann hevur í tveimum umførum verið formaður í HB.
Hann er giftur við Osvør Hjalt úr Havn, tey eiga børnini: Onnu Sofíu, Hera og Øssur. Gunnar eigur eisini sonin Jan Hansen.