Føroyski landsliðsmálverjin hevur í morgun gjørt ein tvey ára sáttmála við skotska Premier League felagið Motherwell.
- Alt gekk væl við læknakanningini í gjár og vit hava gjørt sáttmála fyri løtu síðan, sigur Gunnar Nielsen við portalin í morgun.
Alt viðvíkjandi skiftinum kom upp á pláss í morgun. Talan er um ein sáttmála, sum er galdandi fyri tvey ár.
Gunnar Nielsen hevur fyrr spælt við Motherwell, tá hann var útleigaður frá Blackburn í 2008. Motherwell bleiv í fjør nummar tvey í skotsku Premier League.