Gunnar Nielsen gleðist um landsdystir

Landsliðið: Tað gongur ikki so væl sum ætlað í FH, so ein landsliðssteðgur kemur væl við

##med2##

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri

 

Tað er í kvøld klokkan 19.45, at føroyska landsliðið setur hol á nýggju Nations League kappingina. Tað verður á Başakşehir Fatih Terim leikvøllinum í Istanbul móti Turkalandi.

 

Nógv bendir á, at tað verður Gunnar Nielsen, ið byrjar inni. Harðasti kappingarneytin hjá honum, Teitur M. Gestsson, hevur givið avboð. Málverjin hjá íslandska FH er eisini fegin um, at tað nú eru landsdystir á skránni.

 

- FH er eitt felag, sum altíð ætlar sær at spæla við í toppinum, men eftir teir fyrstu dystirnar hevur tað ikki gingið so væl, sum ætlað. Tí kemur tað væl við, at vit skulu samlast á landsliðnum nú, sigur Gunnar Nielsen.

 

Hann tekur undir við teimum, sum halda at fýra dystir upp á 10 dagar er ov nógv. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda klokkan 18.45.

 

##ms##