Gunnar Nielsen skiftir felag

Føroyski landsliðsmálmaðurin skal komandi kappingarár umboða eitt nýtt felag

Føroyski landsliðsmálmaðurin, Gunnar Nielsen, stendur komandi kappingarár ikki í mál hjá Stjarnuni. Hann hevur í dag skift felag.

 

Hann verður tó verandi í íslendskum fótbólti. Gunnar Nielsen skal nevniliga verja málið hjá meistarunum í íslendskum fótbólti í ár, FH úr Hafnarfirði.

 

Tað er íslendska fótbóltsheimasíðan, fotbolti.net, sum í dag ber nýggjheitirnar um føroyska landsliðsmálverjan.