Gunnar Nielsen vardi málið, og Atli Danielsen spældi á miðvøllinum, tá ið danska 1. deildarfelagið Frem spældi venjingardyst ímóti Holbæk leygardagin. Einki mál kom í dystinum, hóast Frem hevði nógva av spælinum. Gunnar Nielsen hevði ikki tað stór at gera, men var til reiðar, tá ið okkurt var. Atli Danielsen spældi á miðvøllinum so at siga allan dystin. Hann var uttanfyri einar fimm minutti fyri hálvleikssteðgin við einum minni løsti, men spældi allan seinna hálvleik.