Gunnar og City skiljast

Gunnar Nielsen er ikki longur ein Manchester City spælari. Sáttmálin gekk út seinasta dagin í november.

 

– Eg havi notið mína tíð í Manchester City, men tíðin er búgvin til eina nýggja avbjóðing, sigur Gunnar við heimasíðuna hjá enska meistaraliðnum.

 

Føroyski landsliðsmálmaðurin skifti til Manchester City í 2009. Hann gjørdist fyrsti føroyingurin at spæla í Premier League, tá hann í apríl mánaði í 2010 varð skiftur inn fyri Shay Given móti Arsenal.

 

– Tað hevur verið læruríkt og gevandi at vant saman við monnum sum Shay Given og Joe Hart, sigur Gunnar víðari.

 

Gunnar hevur tvey tey seinnu árini drigist við ein knæskaða, men er nú kláur aftur.

 

– Eg eri takksamur fyri stuðulin, eg havi fingið frá felagnum. Tað hevur verið ein heiður at umboða Manchester City, sigur Gunnar við mcfc.co.uk.

 

Gunnar Nielsen arbeiður nú við at finna sær nýtt felag.