Oddauppgerð var í íslendsku pepsideildini millum Fjølnir og FH á Extra-vøllinum í Reykjavík í kvøld. 1.250 áskoðarar sóu hafnfirðingar vinna 1-0.
Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, og sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar góðar bjargingar bæði í 43. , 50., og í 75. minutti, tá áleyparar hjá Fjølni søktu at málinum hjá FH. Leingi sá út til, at dysturin fór at enda 0-0, men tá bert fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði Emil Pálsson sigursmálið fyri FH, sum merkir, at FH varðveitir oddasessin í pepsideildini.
Kaj Leo í Bartalsstovu sat á beinkinum hjá FH allan dystin. Komandi mánakvøld spælir FH oddadyst ímóti Stjarnuni. Komandi hóskvøld spælir liðið hjá Sonna Ragnari Nattestad, Fylkir á útivølli ímóti ÍBV úti á Vestmannaoyggjunum.
Tað er framvegis stórur spenningur í pepsideildini. FH er fýra stig frammanfyri Stjarnuna, sum í løtuni spælir á útivølli ímóti KR. FH hevur 31 stig fyri 15 dystir.
Fylkir og Sonna Ragnar Nattestad hava bert 10 stig, og eru 7 stig undir niðurflytingarstrikuni.