Næstseinasta umfarið í pepsideildini í Íslandi var avgreitt í dag.
Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, sum við javnleiki 1-1 ímóti botnliðnum, Víkingur Ólafsvík tryggjaði sær pláss í Europa League undankappingini komandi summar. KR megnaði bert javnleik 2-2 ímóti Fjølnir á útivølli, og tá FH og Stjarnan eru á 35 stigum, og KR er á 31 stigum megnar gamla høvuðsstaðarfelagið, KR ikki at hála seg inn á Stjarnuna og FH, sum bara hava eftir at stríðast fyri hvør av teimum skal hava silvurkrónur ella bronsukrónur. Valur hevur langari tíð síðani tryggjað sær meistaraheitið.
Sambært Morgunblaðnum vardi Gunnar Nielsen væl fyri í støðum har Víkingur Ólafsvík søkti at málinum hjá FH. Víkingur Ólafsvík var á odda 1-0 í steðginum, og teir raktu eisini træverkið hjá FH. Í seinna hálvleiki tryggjaði Steven Lennon FH ein javnleik, og eitt atgongumerkið til Europa League komandi ár.
Tað kom væl við hjá ÍBV, at Víkingur Ólafsvík ikki vann á FH. ÍBV, sum hevði Jónas Tór Næs við í verjuni frá dystarbyrjan tapti 3-2 ímóti Breiðablik í Kópavogi. Kaj Leo í Bartalsstovu kom á vøllin, tá 16 minuttir vóru eftir av dystinum. ÍBV var á odda bæði 1-0 og 2-1, og heilt ímóti dystarenda skoraði Breiðablik sigursmálið. Men ÍBV er enn eitt stig røttu megin niðurflytingarstrikuna. ÍBV hevur 22 stig, og hevur komandi leygardag heimadyst ímóti Akureyri, sum liggur mitt á stigatalvuni við 29 stigum. Víkingur Ólafsvík, sum hevur 21 stig spælir á útivølli ímóti Akranesi, sum eru fluttir niður.
Sambært Morgunblaðnum hevði Kaj Leo í Bartalsstovu ein góðan møguleika at leggja ÍBV á odda 3-2 ímóti Breiðablik, tá støðan var 2-2, men bólturin fór óeydnutíð framvið stongini hjá Breiðablik.
ÍBV hevur tryggjað sær pláss í Evropa við at vinna steypafinaluna á FH, men um liðið flytur niður verður kappingarárið samlað miseydnað.
Grindavík tapti 1-2 ímóti Akureyri á útivølli. Akureyri var á odda 2-0 í steðginum. René Shaki Joensen kom á vøllin fyri Grindavík tá 65 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá var støðan 2-1 til Akureyri.
Komandi leygardag er seinasta umfar í pepsideildini. ÍBV tekur ímóti Akureyri. Grindavík tekur ímóti Fjølnir, og FH tekur ímóti Breiðablik, og fáa aftaná dystin antin silvur- ella bronsukrónur handaðar.
Støðan í pepsideildini:
1 | Valur | 21 | 14 | 5 | 2 | 39:17 | 47 |
2 | Stjarnan | 21 | 9 | 8 | 4 | 45:25 | 35 |
3 | FH | 21 | 9 | 8 | 4 | 33:24 | 35 |
4 | KR | 21 | 8 | 7 | 6 | 31:28 | 31 |
5 | Akureyri | 21 | 7 | 8 | 6 | 37:28 | 29 |
6 | Grindavík | 21 | 8 | 4 | 9 | 29:38 | 28 |
7 | Breiðablik | 21 | 8 | 3 | 10 | 33:35 | 27 |
8 | Víkingur Reykjavík | 21 | 7 | 6 | 8 | 29:32 | 27 |
9 | Fjölnir | 21 | 6 | 7 | 8 | 31:38 | 25 |
10 | ÍBV | 21 | 6 | 4 | 11 | 29:38 | 22 |
11 | Víkingur Ólafsvík | 21 | 6 | 3 | 12 | 24:44 | 21 |
12 | ÍA | 21 | 3 | 7 | 11 | 28:41 | 16 |