Fyrsti dysturin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini var leiktur í kvøld.
Meistaraliðið, Víkingur Reykjavík tók móti FH á heimavølli.
Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH í kvøld og hevði fitt av bjargingum í dystinum. Gunnar kundi tó ikki forða fyri, at Víkingur vann dystin 2-1.
FH fekk annars eina dreymabyrjan. Skotski málrevurin, Steven Lennon legði FH á odda longu í fyrsta minutti av dystinum.
Víkingur javnaði tá 27 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Sigursmálið kom tá 16 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Móti dystarenda trýsti FH fyri at javna til 2-2, men tað eydnaðist ikki.
Komandi mánakvøld hevur FH dyst á heimavølli móti Fram.