Víkingur av Ólafsfirði vísti Víkingi úr Gøtu og Leirvík hvussu ein vinnur á íslandsmeistarunum, FH á útivølli.
Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, sum á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum fekk ringast hugsandi upptaktini til fyrru uppgerðini ímóti Víkingi úr Føroyum komandi mikukvøld. FH tapti fyrr í kvøld rættiliga óvæntað 0-2 ímóti Víkingi Ólafsfirði.
Sambært dystarfrásøgnini hjá Morgunblaðnum hevði FH væl fleiri royndir á málið hjá Víkingi Ólafsfirði, men ólafsfirðingar tóku av møguleikunum, tá teir fingu teir.
Gunnar Nielsen hevði nakrar góðar bjargingar í dystinum, men serliga við tað seinna málið, sum kom tá eitt lítið korter var eftir av leiktíðini var hann seldur av verjuni hjá sær. Verjan hjá FH snorksvav, og Guðmundur Steinn Hafsteinsson hjá Víkingi Ólafsfirði tók av og sendi bóltin framvið Gunnari Nielsen, og í málið til 2-0, sum gjørdist endaliga úrslitið. Fyrra málið kom tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Aftaná eitt langt innkast kom Kenan Turudija hjá Víkingi Ólafsfirði at standa væl fyri í brotsteiginum hjá FH, og hann sendi bóltin í málið, og so var botnliðið, Víkingur Ólafsfjørður á odda 1-0.
Víkingur Ólafsfjørður lá aftast í pepsideildini áðrenn dystin í kvøld, men við 2-0 sigrinum á FH lupu teir frá 12. plássinum og upp á 10. pláss, so fyribils eru teir røttumegin niðurflytingarstrikuna í pepsideildini.
Komandi dysturin hjá FH er fyrri dysturin í øðrum undanumfarinum í Champions League ímóti Víkingi úr Gøtu og Leirvík. Tann dysturin verður á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum klokkan 19.15 komandi mikukvøld.
Komandi sunnudag klokkan 16 tekur hitt føroyingaliðið í pepsideildini, ÍBV ímóti Breiðablik á Hásteinsvøllinum úti á Heimey.
Støðan í pepsideildini:
1 | Valur | 9 | 6 | 2 | 1 | 15:8 | 20 |
2 | Grindavík | 9 | 5 | 3 | 1 | 14:10 | 18 |
3 | FH | 11 | 4 | 5 | 2 | 19:15 | 17 |
4 | Stjarnan | 9 | 4 | 2 | 3 | 19:14 | 14 |
5 | Víkingur Reykjavík | 9 | 4 | 2 | 3 | 15:13 | 14 |
6 | KA | 9 | 3 | 3 | 3 | 16:12 | 12 |
7 | KR | 9 | 3 | 2 | 4 | 13:15 | 11 |
8 | Breiðablik | 10 | 3 | 2 | 5 | 13:17 | 11 |
9 | ÍBV | 9 | 3 | 1 | 5 | 10:16 | 10 |
10 | Víkingur Ólafsfjørður | 10 | 3 | 1 | 6 | 11:18 | 10 |
11 | Fjölnir | 9 | 2 | 3 | 4 | 8:13 | 9 |
12 | ÍA | 9 | 2 | 2 | 5 | 18:20 | 8 |