Triathlon
Ferðin til Íslands var liður í drúgvu fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar komandi summar, og hugaligt var at síggja, at føroysku íðkararnir longu nú tykjast vera væl fyri.
Gunnar Dahl Olsen vann leikandi lætt, og brúkti hann bara 2 tímar 6 minutti og 50 sekund. 10 minuttir aftaná kom danin Torben Gregersen við tíðini 2:16:43. Joan Bláfoss kom sum triði íðkarin við tíðini 2:19:20 , og var hon fyrst á mál av kvinnunum.
Sum heild gekst væl hjá føroyingunum. Kvinnurnar Joan Bláfoss, Anna Karina Ottosen og Súsanna Skylv Sørensen gjørdu bart. Ikki bara vunnu tær kvinnudeildini, tær vunnu eisini á flestu monnunum, so her er nakað at fara eftir á Oyggjaleikunum.
Hjá monnunum sær eisini væl út. Gunnar, sum vann kappingina, er tó í teirri óhepnu støðu, at hann, til Oggjaleikirnar má velja millum súkkling og triathlon. Men teir báðir nýggju menninir, Áslakkur og Andrass, gera stóra framgongd, so við hesum lag hava Føroyar um eitt ár eitt framúr gott triathlonlið at senda til Oyggjaleikirnar, verður mett í Triathlonfelagnum.