Hafnfirðingar hava ikki longur fult stigatal í pepsideildini í Íslandi.
Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH vitjaði gamla stórfelagið, KR á útivølli á Alvogen-vøllinum í Reykjavík, har 1.871 áskoðarar sóu KR vinna 1-0 við einum sigursmáli, sum Pálmi Rafn Pálmason skoraði í 65. minutti úr stuttari frástøðu, uttan møguleika hjá Gunnari Nielsen at bjarga.
Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar Nielsen eina rimmar bjarging, tá Hólmbert Aron Friðjónsson skeyt eitt gott fríspark ímóti málinum hjá FH stutt undan dystarloki. Gunnar Nielsen fekk hegnisliga bjargað bóltin út til hornaspark.
FH hevði eisini sínar møguleikar í dystinum, men teir tóku ikki av.
Annan Hvitusunnudag tekur FH ímóti Fjølni á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum. FH er nummar trý í pepsideildini við seks stigum. Gamla felagið hjá Gunnari Nielsen, Stjarnan er nummar eitt við níggju stigum.