Gunnar Nielsen vardi málið hjá íslendska meistaraliðnum, FH, tá hafnfirðingar vunnu 2-1 á Breiðablik á útivølli í dysti í pepsideildini.
Sambært dystarfrásøgnini hjá Morgunblaðnum vardi Gunnar Nielsen væl í fleiri støðum. Kristján Flóki Finnbogason var stóra hetjan hjá FH í dystinum. Hann legði hafnfirðingar á odda, tá eitt lítið korter var farið av fyrra hálvleiki við einum góðum stútara. Breiðablik javnaði í 63. minutti, men bara fimm minuttir seinni hevði Kristján Flóki Finnbogason syrgt fyri, at FH aftur var á odda við enn einum góðum stútara.
Komandi fríggjakvøld spælir FH ímóti Víkingi Ólafsfirði á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum. Eftir tað bíðar ein dystur ímóti antin Trepca 89 úr Kosovo, ella Víkingi í øðrum undanumfarinum í Champions League kappingini.
Støðan í pepsideildini:
1 | Valur | 9 | 6 | 2 | 1 | 15:8 | 20 |
2 | Grindavík | 9 | 5 | 3 | 1 | 14:10 | 18 |
3 | FH | 10 | 4 | 5 | 1 | 19:13 | 17 |
4 | Stjarnan | 9 | 4 | 2 | 3 | 19:14 | 14 |
5 | Víkingur Reykjavík | 9 | 4 | 2 | 3 | 15:13 | 14 |
6 | KA | 9 | 3 | 3 | 3 | 16:12 | 12 |
7 | KR | 9 | 3 | 2 | 4 | 13:15 | 11 |
8 | Breiðablik | 10 | 3 | 2 | 5 | 13:17 | 11 |
9 | ÍBV | 9 | 3 | 1 | 5 | 10:16 | 10 |
10 | Fjölnir | 9 | 2 | 3 | 4 | 8:13 | 9 |
11 | ÍA | 9 | 2 | 2 | 5 | 18:20 | 8 |
12 | Víkingur Ólafsfjørður | 9 | 2 | 1 | 6 | 9:18 | 7 |