Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík eru nú tveir dystir frá at røkka bólkaspælinum í Conference League.
Víkingur Reykjavík vann á útivølli 2-1 á Flora Talinn í Estlandi. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1, og vann Víkingur sostatt samlað 3-2.
Gunnar sum ikki var við fyrra dystin var lukkutíð við í returdystinum í Talinn.
Aron Elís Þrándarson legði Víking á odda longu í sætta minutti, og í 36. minutti økti Nikolaj Hansen til 2-0.
Markus Soomets fekk spenning í dystin aftur fyri Flora Talinn, men tíbetur kom heimaliðið ikki nærri enn tað.
Flora Talinn fekk ein VAR dóm ímóti sær við støðuna 1-0 til Víking. VAR kolldømdi málið hjá Flora, og løtu seinni var tað Víkingur sum skoraði til 2-0.
Tá eitt korter var eftir av dystinum hevði Gunnar eina góða roynd móti málinum hjá Flora, men bólturin fór uppum málið.
Víkingur Reykjavík møtir Santa Coloma úr Andorra í tveimum Play Off dystum, og Morgunblaðið nevnir tað sum ein risastóran møguleika hjá Gunnari og liðfeløgunum at vinna seg í bólkaspælið í Conference League.