Gunnar og Silkeborg eru eitt ”perfekt match”

Tað verður eftir øllum at døma føroyski landsliðsmálverjin Gunnar Nielsen, sum fer at verja málið hjá Silkeborg í kvøld. Gunnar gjørdi sáttmála við felagið í farnu viku, tí málverji teirra, Lasse Heinze er skurðviðgjørdur og tískil ikki kann spæla fótbólt næstu fimm mánaðirnar.

 

Fleiri danskir miðlar hava víst á, at hóast Gunnar hava sáttmála við eitt nú Manchester City og Blackburn, so hevur hann ógvuliga avmarkaðar royndir sum 1. liðsmálverji. Men sambært Lasse Heinze, so hava tey í Silkeborg einki at stúra fyri.

 

- Eg sá hann fyrstu ferð í einum landsdysti móti Týsklandi. Tá skal eg heilsa og siga, at hann stóð ein framúrskarandi dyst, har hann leingi helt Føroyar inni í dystinum við fleiri góðum bjargingum, sigur Lasse Heintze við donsku heimasíðuna bold.dk.

 

Gunnar hevur eisini vant við Silkeborg, áðrenn hann gjørdi sáttmála við felagið. Eisini tá dámdi Lasse Heintze væl tað, sum Gunnar vísti undir venjing. Hann lýsir føroyska málverjan sum ein leikara, ið dámar væl at stýra og dugir at bjarga nøkrum bóltum.

- Eg eri bjartskygdur, tað tykist sum um, at Gunnar og Silkeborg eru eitt ”perfekt match”, sigur Lasse Heinze við bold.dk.

 

Sum nevnt aðrastaðni á hesum síðum fyrr í dag, so skal Silkeborg í eldin í kvøld klokkan 18.00 føroyska tíð. Umframt Gunnar Nielsen eru eisini Christian Lamhauge Holst og Ari Mohr Jónsson í hópinum hjá Silkeborg, meðan Hallur Hansson, sum hevur verið sjúkur seinastu dagarnar, ikki verður við hjá AaB.