Gunnar og Stjarnan mistu sigurin

Stjarnan var á sigurskós í fyrra hálvleiki

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen vardi málið, tá Stjarnan tók ímóti ÍA av Akranesi í íslendsku pepsideildini í gjár.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Stjarnan var á sigurskós í fyrra hálvleiki. Ólafur Karl Finsen legði heimaliðið á odda í 38. minutti, og hendan støðan helt sær til 76 minuttir vóru leiktir, tá Garðar Gunnlaugsson javnaði fyri skagamenn.

 

Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar nakrar rimmar bjargingar í dystinum, serliga aftaná eina hornasparksstøðu í 17. minutti, har Gunnar stórbjargaði. 

 

Stjarnan hevði møguleikan at avgera alt, tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Tá fekk heimaliðið brotsspark, men tíverri skeyt Halldór Orri Björnsson á stongina, so einki spurdist burturúr brotssparkinum.

 

Nú ger Stjarnan klárt at taka ímóti Celtic á einum útseldum Samsungvølli komandi týskvøld, har skotska stórliðið er á odda 2-0 frá fyrra dystinum á Celtic Park. Talan er um annað undanumfar í Champions League kappingini. 

 

Stjarnan er nummar seks í pepsideildini við 16 stigum fyri 12 dystir. 8 stig eru upp til FH, sum er á odda í pepsideildini.