Gunnar og Tranmere taptu

Gunnar Nielsen byrjaði inni fyri Tranmere Rovers, sum í dag tók ímóti Oldham Athletic á Prenton Park í Liverpool. Støðan gjørdist 2-1 til gestirnar, ið hava fyrrverandi Manchester City leikaran Paul Dickov sum venjara.

 

Oldham kom á odda 2-0, áðrenn Tranmere fekk minkað um munin. Sambært heimasíðuni hjá Tranmere Rovers, so var tað fyrra málið eitt beinleiðis fríspark. Seinna málið kom tá tíggju minuttir manglaðu av dystinum. Tað var eitt gott skot stutt uttanfyri brotsteigin og tað var lítið, ið Gunnar kundi gera við tað.

 

Stutt eftir minkaði Tranmere Rovers um munin til endaliga úrslitið 2-1.

 

League One er triðbesta deildin í Onglandi. Gunnar Nielsen er útleigaður frá Manchester City fram til jólar.

 

Tranmere - Oldham(0-1) 1-2

 

0-1 27´ Stephens, Dale

0-2 81´ Stephens, Dale

1-2 89´ Thomas-Moore, Ian