Gunnar setti landsliðið sum mál

Tá Gunnar Haraldsen kom á vøllin í gjár, náddi hann enn eitt av sínum málum

Gunnar Haraldsen var ein av fleiri spælarum, sum fekk sínar fyrstu minuttir á landsliðnum í gjár. Gunnar hevur seinni árini arbeidda seg fram á føroyska fótbóltspallinum. Lønin kom, tá Lars Olsen sendi landsliðsboð eftir miðverjanum hjá HB.


Hoyr samrøðuna við Gunnar Haraldsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

-       Eg setti mær fleiri smærri mál í fjør. Hetta var eitt av teimum, so nú má eg seta meir eitt nýtt mál, sigur Gunnar Haraldsen, sum ikki væntaði at koma á vøllin í gjár.

 

Les eisini: Føroyar vann 4-1 á Gibraltar

 

- Eg væntaði tað ikki, men sum dysturin gekk og vit høvdu tamarhald á støðuni, so vónaði eg at sleppa inn, sigur Gunnar Haraldsen.

 

Les eisini: Lars Olsen fegnast og tó

 

Miðverjin kom inn seinasta korterið, men ikki sum miðverji. Hann kom inn sum vinstri bakk.

 
Les eisini: Ein væl nøgdur debutantur

- Tað var eitt sindur undarligt, men vit høvdu tamarhald á dystinum tá, sigur Gunnar Haraldsen, sum nú er í holt við at seta sær eitt nýtt mál.