EB/STREYMUR
Málverjin hjá EB/Streymi, Gunnar á Steig, sleit mikukvøldið hælsinuna undir venjing á Mølini á Eiði. Hann endaði á Landssjúkrahúsinum, har hann varð skurðviðgjørdur. Tað fara at ganga nógvar vikur, áðrenn tað verður hugsningur hjá honum um aftur at venja og spæla fótbólt. Tí eru teir í EB/Streymi farnir at leita eftir nýggjum málverja.
- Hetta var ógvuliga óheppið. Serliga hjá Gunnari, sum hevur staðið seg ógvulig væl seinastu vikurnar. Tað var ikki minst hansara avrik, sum var orsøkin til, at vit vunnu øll stigini í Fuglafirði, og ímóti KÍ helt hann teimum heilt burturi frá at gera mál, sigur Magnus á Stongum, sum er hjálparvenjari hjá EB/Streymi og kommunulækni á Eiði.
Hvussu verður nú hjá tykkum?
- Vit eru farnir at kanna møguleikarnar fyri at finna nýggjan málverja. Hetta er jú spildurnýtt fyri okkum. Málverjusessurin er týdningarmikil, og hesa ársins tíðina eru málverjarnir jú bundnir í feløgum, staðfestir Magnus á Stongum.
Tilburðurin
Í hesi vikuni hava teir í fleiri feløgum tikið sær eitt sindur av løttum. Eingin landskappingardystur verður í vikuskiftinum, og tá ið tað annars fer at verða spælt mest sum út í eitt inntil síðst í oktober, hava fleiri venjarar avlýst fleiri venjingar í hesi vikuni. Tað verður gjørt, tí spælararnir, sum hava vant støðugt síðani stutt eftir ársskiftið, treingja til at hvíla seg.
Ein av fáu venjingunum hjá EBStreymi í hesi vikuni var mikukvøldið. Seks venjarar, sum eru í holtur við Slóðara útbúgvingina hjá Fótbóltssambandinum, vóru á Mølini og vandu og fylgdu venjingini. Tá ið venjingin var um at vera liðug, leyp Gunnar upp eftir bóltinum, sum var lagdur innfyri. Hann datt niður og var liggjandi.
Magnus á Stongum er ein av teimum, sum er í holtur við Slóðara útbúgvingina. Hann greiðir soleiðis frá:
- Eg sá, at Gunnar datt, og eg helt, at hann hevði beklað. Gunnar helt, at onkur hevði sparkað hann í beinið. Tað hevði eg sæð, at eingin hevði gjørt. Soleiðis kennist tað, tá ið hælsinan slitnar, og tá ið vit høvdu fingið hann undir tak, og eg hevði hugt upp á tað, var eingin ivi um, at hælsinan var slitnað. Gunnar fór á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili. Fyrst og fremst snýr tað seg um, at hann vinnur førleikan aftur. Men sjálvandi kom hetta eisini ógvuliga illa við hjá okkum.
Gunnar á Steig hevur verið á Eiði síðani í 2001. Tá ið EB/Streymur í fyrsta umfarinum í landskappingini 28. mars vann trý stig í Gøtu, vardi Gunnar EB/Streyma málið fyri 100. ferð. Nú fara tað at ganga nógvar vikur, áðrenn klaksvíkingurin, sum í níti árunum og fram til og við 1998 var málverji hjá KÍ, aftur verður førur fyri at spæla fótbólt.