Fríggjakvøldið á Sundalagsstevnuni, skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri súkklukaping fyri vaksin og børn.
Tey yngru børnini koyrdu samlastart har øll byrja samstundis, og tey eldru børnini, teir vaksnu og unglingarnir koyrdu einkultstart, har ein og ein fer avstað í senn.
Teinurin ið koyrdur var, var frá skúlanum í Hvalvík og niðan í Saksunardal. Teir vaksnu og unglingarnir koyrdu 7,5 km móti Saksun, vendu har um ein keylu og koyrdu so aftur til Hvalvíkar. Børnini koyrdu eina rutu uppá 1 km. Tey koyrdu 0,5 km niðan í Saksunardal og oman aftur til Hvalvíkar. Yngsti bólkur koyrdu teinin einaferð, tey í árganginum koyrdu ´93 - ´95 koyrdu tríggjar ferðir og bólkurin árg. ´90 - ´92 koyrdi teinin 5 ferðir
Veðrið var ikki av tí allarbesta. Tað var nógvur vindur, kalt og tað byrjaði at sirma eitt sindur tá kappingin byrjaði.
Tað var sera tungt at koma niðan móti Saksun, av tí at so nógvur vindur var ímóti. Men heimaftur gekk sera skjótt fyri seg.
Hjá unglingunum var lagt upp til eina spennandi kapping millum Torkil Veyhe, sum vann á Eystanstevnu, og Bergur Johansen sum vann á Norðoyastevnu. Teir skuldu súkkla 15 km einkultstart, og hava teir ikki kappast móti hvør øðrum í hesi grein í ár. Men tá avtornaði vann Torkil Veyhe hjá unglingunum við 16 sekundum.
Í bólkinum hjá dreingjum árg. '90 til '92 hendi eitt lítið óhapp. Ketan hjá Sigmund Olsson slitnaði, men hóast tað kláraði hann at koma við í kappingina aftur við einari læntari súkklu og vinna á Niels Christiansen.
Hjá teimum vaksnum gjørdist Gunnar Dahl-Olsen sannførandi nummar eitt við 3 minuttum og 8 sekundum aftur til nummar tvey sum gjørdist Sverri Mohr Edvinsson. Eli J. Christiansen gjørdist nummar trý, nummar fýra bleiv Beinir Rasmussen og eitt sindur óvæntað gjørdist Krisjan Guttesen vinnarin á Norðoyastevnu og nummar tvey á Eystanstevnu nummar fimm.
Úrslitini frá kappingini:
Bólkur:Vaksin
Einkultstartur 15 km
Nr. Tíð
1Gunnar Dahl-Olsen23:21min
2Sverri Mohr Edvinson26:29min
3Eli J. Christiansen26:35min
4Beinir Rasmussen28:06min
5Krisjan Guttesen28:52min
6Palle Melciorsen30:19min
Esmar JoensenÚtgingin
Unglingar
Einkultstartur 15 km
1Torkil Veyhe28:59min
2Bergur Johansen30:15min
3Dánjal Michalsen33:20min
Bólkur:Árg. '90 til '92
Einkultstartur 5 km
1Sigmund Olsson12:51min
2Niels Christiansen13:54min
3Njál JensenÚtgingin
Bólkur: Árg. 93-95 á kapsúkklu
Einkultstartur 5km
1Finnur Mellemgaard14:01min
2Harlad Joensen18:11min
Bólkur: Árg. 93-95 á Fjallasúkklu
Samlaðstart 3 km
1Jógvan Mellemgaard
2Fróði Olsen
Bólkur:Árg. 96-98 Dreingir
Samlaðstart 1 km
1Krisjan Johannesen
2Jóanis Albert Nielsen
3Tóri Nielsen
Bólkur:Árg. 96-98 Gentur
Samlaðstart 1 km
1Hildur Poulsen