Gunnar tann sterki

Gunnar í Liða varð á að­al­fund­i­num hjá Ognarfelag Trygg­ing­ar­tak­ar­anna valdur í nevnd­ina við 13 atkvøðum, og hann gjørdist eisini for­maður.

Tað verður tí eisini gitt, at fyrrverandi stjór­in í TF Holding og í Trygg­ing­ar­fel­ag­num Føroyar Gunnar í Liða verð­ur formaður í øðrum feløg­u­num í samtakinum, eitt nú TF-Holding, tí tað er van­ligt, at somu fólk ganga aft­ur sum nevndarlimir. Hann er eisini nevndarlimur í Eik Banka, sum TF Holding eig­ur 70 prosent av.
Ingeborg Godtfred varð afturvald í nevnd­ina í Ognarfelag Trygg­ing­ar­tak­ar­anna, með­an ný­vald­ir eru Jón­svein Knud­sen, Árni Jak­ob­sen og Gunnar í Liða.
Nevndin sær nú soleiðis út:
Jóhannus Danielsen
Ingeborg Godtfred
Árni Jakobsen
Jónsvein Knudsen
Gunnar í Liða
Jan Müller
Eftir aðalfundin skipaði nevnd­in seg við Gunnari í Liða sum formanni, og Jó­hannusi Danielsen sum næst­formanni.
Birgir Mohr, nevnd­ar­for­mað­ur seinastu tvey ári­ni, sum eisini hevur verið nevnd­ar­limur í sam­tak­i­num í 29 ár valdi i­kki at stilla upp aftur. Hann hev­ur so­statt ver­­ið við til allar stóru broyt­ingarnar sum eru hend­ar í samtakinum, sein­ast keyp­i­num av Eik. Í tíð­inda­skrivi takkar fel­ag­ið honum fyri drúgva og trúgva tæn­­astu.