Gunnar tapti aftur

Gunnar Nielsen og Motherwell hava tað torført í løtuni

Føroyski landsliðsmálverjin hevur staðið í mál tveir teir seinastu dystirnar fyri Motherwell. Í báðum førum hevur verið talan um tap. Í kvøld tapti Motherwell fyri Aberdeen í skotsku Liga Cup.

 

Merkisvert er, at Aberdeen, sum var á útivølli, fekk ein mann útvístan longu aftaná 13 minuttir. Tað var U21 landsliðsspælarin hjá Írlandi, Joe Shaughnessy, sum bleiv útvístur. Hann búði saman við Gilla Sørensen og Halli Hansson, tá teir báðir spældu í Aberdeen.

 

Hóast ein mann í yvirtal megin partin av dystinum, so fekk Motherwell ikki mál. Tað endaði við, at Aberdeen skortaði tvey mál í teimum seinastu sjey minuttinum. Sostatt er Motherwell úti av Liga Cup.

 

Um vikuskiftið tapti Motherwell 2-0 fyri St Johnstone. Her var Gunnar Nielsen óheppin í einum av málinum hjá St Johnstone. Lee Hollis, sum hevur verið fyrstaval higartil, er framvegis skaddur.