Tónleikalív
Í eini kjallaraíbúð setast vit at práta, eftir at avtalan um at hittast á eini café tíðliga henda hósmorgun ikki vísti seg at rigga, tí tá er ikki opið slík støð.
Tað oysur niður, men vit avtala at koyra heim til hansara. Men tað er minst líka hugnaligt at hitta Gunnar heima við hús, har familjan fær sær morgunkaffi og vit sostatt eisini fáa ein kaffimunn - heimagjørt kaffi, ikki eitt keypt kaffikrúss á café.
Gunnar hevði mikukvøldið leitað sær burtur úr býarlarmin-um og út í náttúruna, burtur frá bilum, sjónvarpi og telefon! Men Gunnar játtaði beinanvegin at gera samrøðu, hóast hann mikukvøldið klokkan 23 knappliga stóð á Slættaratindi og tosaði í fartelefon við ein blaðmann, sum hevði ringt til vinir og kenningar hansara, fyri at náa mannin ovast á tindinum.
Skrivaði søgu
Gunnar er føddur í Aalborg og vaks upp í Vestbjerg norðan fyri Aalborg. Mamman er føroysk og pápin dani. Í 10. flokki fór Gunnar á eftirskúla í Mariager og síðani á studentaskúla í Aal-borg, har hann bleiv matimatiskur studentur.
Síðani tók hann sær av løttum. Leiðin gekk til Berlin saman við vinum úr studentaskúlanum. Uttan pening og arbeiði fjakkaðu teir frá café til café fyri at vinna til lívsins uppihald og fingu teir at enda eitt stað at búgva. Men leiðin gekk aftur til Danmarkar.
Men í Danmark vitjaði útferð-arhugurin aftur og Gunnar fór til Canada at arbeiða við hestum og neytum. Og summi minnast kanska, at tá Gunnar trein á pall í danska sjónvarpinum og gjørdist stjørna, so varð sagt, at hann kom beina leið úr Canada.
? Ja, restin er søga, smílist Gunnar umberanadi.
MTV
Eitt lag hjá Gunnari er í hesum døgum at síggja og hoyra á sjónvarpsrásini MTV. Rásin hevur ein tátt, ið kallast MTV up North, og hevur hesin táttur spælt lagið og er tað komið á listan har, ið virkar so, at fólk kunnu atkvøða.
? Tá vit høvdu gjørt sjónbandalagið, so sendu vit tað inn til MTV, sigur Gunnar.
? Eg fekk sms boð frá einum vini, sum segði seg hava sæð og hoyrt lagið, so eg veit ikki hvat tað verður til, men vónandi fara fólk at atkvøða, so okkurt kemur burturúr, vónar Gunnar.
Bert ítriv
Men innan Gunnar náddi tónatindarnar, var tónleikurin bert ítriv og kanska ein dreymur langt burturi, sum hjá so mongum.
Gunnar lurtaði eftir útvarpi og sang við og fleri søgdu, at tað ljóðaði stak væl. Men tá hann fór á eftirskúla, kom meira ferð á.
? Eg sang til tiltøk, sjálvt um fjáltur var á mær, minnist Gunnar aftur á.
Seinni lærdi hann seg at spæl guitar og á studentaskúlanum spældi hann av og á, tá tey har høvdu café.
? Men tónleikurin var bert ítriv, sigur Gunnar, sum kemur frá einum heimi við urgu, sum foreldrini keyptu til børnini, men annars hevur ikki verið spælt og sungið meira enn aðrastaðni heima hjá Gunnari og teimum.
Men undanvindurin hjá Gunnari sjálvum á tónleikaleiðini hevur kveikt áhuga í familjuni fyri tónleiki, so onkur nú t.d. syngur í kóri.
Stóð við sítt
Sølan av fløguni hjá Gunnari hevur gingið væl.
? Sølan hevur gingið væl. Eg veit ikki sølutølini, tí eg tori ikki at spyrja. Eg havi gjørt tað eg vildi, og tað fegnist eg um. Eg fekk mítt ígjøgnum og eg eigi tilfarið á fløguni. Av tí sama er hetta ikki ein popp fløga, sum vendir sær til ta beiðu lurtarafjøldina, men tað ger einki, tí hinvegin sleppi eg á tey "veruligu" spælistøðini og tað er kanska ikki luturin hjá øllum luttakarum í slíkum kappingum, sigur Gunnar.
Hvat framtíðin hevur at bjóða veit Gunnar sjálvandi ikki, men vónirnar hevur hann.
? Eg skrivi sangir og havi fingið at vita, at møguleiki er fyri eini nýggjari fløgu. So tað arbeiði eg víðari við. Eg skrivi sangir og ætli mær at hava ein bólk káran beinanveg og at hava bólkin við í allari arbeiðsgongd-ini. Eg ætli ikki at standa á berum og einsamallur, sum eg gjørdi, tá hendan fløgan kom út, sigur Gunnar, sum í Føroyum hevur verið heppin, og fingið dugnaligu manningina í Showmenn at leika við sær.
? Eg ætli at royna, um eg kann liva av at spæla tónleik, men eg ætli mær annars at gera sum eg vil. Møguleikin er jú eisini til staðar fyri, at eg fari at arbeiða og so havi eg tónleikin umframt, sigur Gunnar.
Í hesum døgum fyrireikar hann seg til ólavsøkukonsert og longu tann 28. juli leikar hann á Langelandsfestivalinum og hálvan august er hann millum luttakararnar á nýggja festivalinum í Klaksvík, Summarfestivalinum.