Gunnar væntar ikki at spæla

Landsliðsmálverjin hevur ikki góðar vónir um at vinna fast pláss

Gunnar Nielsen spældi um vikuskiftið sín fyrsta dyst í skotsku Premier League fyri Motherwell. Lee Hollis, sum hevur verið fyrsta val í ár, er skaddur og tí fekk Gunnar Nielsen møguleikan í málinum.

 

Sambært skotskum miðlum, so stóð Gunnar væl og hevði millum annað eina tvífalda bjarging, sum miðlarnir hava fest seg við. Hóast góða avrikið, so hevur Gunnar ikki góðar vónir um at avrikið tryggjar honum plássið millum stengurnar.

 

-       Tá tú spælir væl, so vónar tú at halda fast í plássinum, men tað er øðrvísi við málmonnum. Tá hin málverjin ikki hevur gjørt nakað skeivt, so er sannlíkt, at eg aftur siti á bonkinum tá hann verður klárur, sigur Gunnar Nielsen við Glasgow Evening Times.

 

Hann leggur tó dent á, at hann er til reiðar eru boð eftir honum. Motherwell liggur á triðja plássi í skotsku Premier League. Sunnudagin spæla teir á útivølli móti St Johnstone. Tað er óvist um Lee Hollis verður klárur til tann dystin, ella um Gunnar Nielsen aftur kemur at standa í málinum.