Gunnar vann í fyrsta dystinum

Tranmere Rovers, sum spælir í triðbestu deildini í Onglandi, spældi í kvøld ein venjingardyst ímóti Nottingham Forest, ið húsast í næstbestu deildini. Støðan gjørdist 2-0 til Tranmere Rovers og Gunnar Nielsen spældi allan dystin, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tranmere.

 

Gunnar Nielsen longdi fyrr í dag sáttmálan við Manchester City, so hann er galdandi í tvey ár nú. Samstundis varð Gunnar leigaður út til Tranmere Rovers í seks mánar.