Gunnar vann og Klæmint tapti

Nýkosnu meistararnir, Vìkingur Reykjavík kom á sigurskósina aftur, og Breiðablik tapti á útivølli

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík komu í kvøld aftur á sigursslóðina í ovara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Víkingur vann 2-1 á FH á heimavølli, men leingi stóð á gomlum nøglum.

 

FH kom á odda tá ein hálvur tími var farin, og teir vóru á sigurskós líka til 80 minuttir vóru leiktir. Tá javnaði Aron Elís Þrándarson til 1-1 og tríggjar minuttir seinni skoraði Nikolaj Hansen sigursmálið fyri Víking.

 

Sigurin hjá Víkingi fekk stóran týdning fyri Klæmint A. Olsen og liðfelagarnar í Breiðablik, ið taptu 2-4 fyri Vali á útivølli. Klæmint fekk bara seinasta korterið á vøllinum í kvøld. 

 

Sigurin hjá Víkingi merkir, at Breiðablik framvegis liggur væl fyri at blíva nummar trý ella fýra, og harvið sleppa at spæla í undankappingini til Europa Conference League komandi summar.

 

Um Breiðablik í tí næstseinasta dystinum vinnur móti KR á útivølli komandi sunnudag er evropeiska plássið tryggjað.

 

Støðan:

 

NrLiðDystirVJTMálmunurStig
1Víkingur Reykjavík25203270:2663
2Valur25164561:2952
3Breiðablik25125849:4341
4Stjarnan25124950:2840
5FH251141045:4937
6KR2597933:4234