##med2##
- Vit vóru ikki klárir, sum vit vóru móti NSÍ, og HB-arnir vóru nógv drúgvari enn vit. Hetta staðfestir ein sjálvatfinningarsamur Gunnar Vatnhamar hjá Víkingi, ið saman við liðfeløgunum tapti 0-3 móti HB á ovara vølli í Gundadali í Havn fyrr í kvøld.
Longu tá fimm minuttir vóru farnir var Víkingur aftanfyri 0-1.
HB-Víkingur 3-0 (2-0)
1-0 René Shaki Joensen (4.)
2-0 Matthias Nygaard (36.)
3-0 Matthias Nygaard (61.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Gunnar Vatnhamar aftaná dystin.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum hjá HB. Tróndur helt fyri, at HB var tað effektivari liðið, og tað gjørdist avgerandi í kvøld. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við René Shaki Joensen hjá HB.
##ms##