Bæði í býráðssamgonguni og uttan fyri samgonguna havi eg strembað eftir at fáa sambýlið fyri sinnisveik bygt Eystan Heyg í Havn. Tískil vísi eg aftur Gunnleivi Dalsgarð, sum í Sosialinum í vikuskiftinum roynir at avlaga hetta málið við politiskum brongli
Tað skal enn einaferð staðfestast, at sambýlið til sinniveik, sum skal byggjast Eystan Heyg, í Tórshavn, er úrslit av fruktagóðum samstarvi millum landsmyndugleikarnar og Tórshavnar Kommunu. Eg havi saman við øðrum arbeitt fyri hesum máli – bæði sum partur av býráðssamgonguni og uttan fyri samgonguna. Vit eru fleiri, sum strembaðu eftir hesi loysnini. Tí loyvdi eg mær alment at fegnast um, at landsstýriskvinnan í almannamálum í vikuni boðaði frá, at sambýlið nú verður veruleiki – eftir ein langan politiskan leik.
Málið var loyst, og øll áttu sostatt at verið glað, men í staðin fall hetta Gunnleivi Dalsgarð, fyrrverandi formanni í Starvsmannafelagnum, fyri bróstið. Í Sosialinum um vikuskiftið leggur hann meg undir av órøttum at taka mær heiðurin av hesum máli. Hann sigur, at eg sum varaborgarstjóri – uttan fyri meirilutan í Tórshavnar Býráð –
havi einans heglað meirilutan niður, síðani eg gjørdist partur av minnilutanum. Hetta er beinleiðis ósatt Gunnleivur Dalsgarð, og tað sømir seg ikki fyri teg at leggja slíkar politiskar fótonglar.
Síðani eg tók meg úr meirilutanum, havi eg arbeitt saman við meirilutanum í summum málum, og eg havi ikki tikið undir við øðrum málum. Hetta er erlig framferð, sum Gunnleivur Dalsgarð annars roynir at gera til óerligt politiskt virksemi.
Eg fegnist framvegis um, at hetta álvarsmál nú er loyst, so tey sinnisveiku kunnu gleða seg til at síggja eitt ítøkiligt úrslit, sum tey hava uppiborið. Og tað átti tú eisini at gjørt Gunnleivur Dalsgarð – heldur enn at avskepla mín leiklut í málinum, tí tær ikki dámar mín politiska lit.