Leygardagin vígdi nýggi borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, fyri fyrstu ferð eini hjún Leygarmorgunin var ein hin størsti dagurin í lívinum hjá parinum Ershintu og Hans við Neyst. Tí tá vórðu tey bæði gift í býráðshøllini í Klaksvík.
Men tað var eisini ein stórur dagur hjá nýggja borgarstjóranum, Gunvá við Keldu, tí hetta var fyrstu ferð hon vígdi eini hjún.
Myndin og søgan um vígluna var at finna á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu.