Ein orsøk er, at útlendskur kapitalur hevur verið inni í myndini, tá ið kvotur eru seldar. Ein onnur, at føroyska vinnan ikki er sloppin nóg væl við, tí hon ikki hevur megnað at kappast við útlendska kapitalin, og ein triðja orsøk er, at ov lítið avleitt virksemi hevur verið á landi og av hesi orsøk, er ov lítið komið inn í kommunukassarnar.
Minni er stutt
Tað tykist, sum um øll hava gloymt, hvussu var við makrelveiðuni í fjør. Tá fór so gott sum allur makrelurin av landinum og skapti ikki nevnivert meirvirði og arbeiðspláss í Føroyum. Eisini í fjør, tá ið Fólkaflokkurin sat við ræði, loyvdu teir móttøkuskipi við fremmandari lágløntari manning. Tá vóru ongi krøv sett til, at føroysk arbeiðsmegi við føroyskari løn skuldi við móttøkuskipunum.
Útlendskur kapitalur og manglandi kappingarføri
Uppboðssølan hevur enn einaferð avdúkað, at strámannavirksemi er í Føroyum. Vit mugu fyrihalda okkum til, um vit ynskja útlendskan kapital í føroyska fiskivinnu ella ikki. Ynskja vit ikki tað, sum tað tykist, at Gunvá meinar, so skal hon minnast til, at hetta eisini fer at raka fleiri føroysk skip og virki á landi. Annars undrar tað stórliga, at tann liberali Fólkaflokkurin ikki ynskir, at marknaðarkreftirnar skulu virka í Føroyum.
Ov lítið avleitt virksemi á landi
Kvotan, ið vit ásettu okkum á 150.000 tons, var so høg, at skuldi so nógv sum gjørligt fara til matna, so megnaðu vit ikki sjálvi at innfrysta hesa nøgd, hvørki á landi ella umborð á teimum skipum, ið fiskaðu makrelin. Tí var neyðugt at fáa móðurskip inn, ið kundu taka ímóti. Ein kann spyrja seg sjálvan, hvat úrtøku høvdu fiskimenn fingið, um alt var lagt upp á land í Føroyum. Tá hevði tað hent, at ein stórur partur fór til guano til ein lægri prís. Hvat úrtøku høvdu skipini og teirra manningar fingið, um bert eitt virki, uttan nakra kapping, tók ímóti makrelinum.
Makrelurin ein sólskinssøga fyri alt Føroya land
Politiskt eiga vit at hava tann málsetning fyri okkara fiskivinnu, at alt okkara tilfeingi verður virkað, so at sum mest fæst burturúr, bæði tá ið tað kemur til virðir og arbeiðspláss. Júst henda málsetning settu vit okkum við makrelinum.
Samanbera vit, við makrelfiskiskapin í fjør, so er makrelurin í ár ein sólskinsøga bæði fyri land og fólk. Meira enn 300 fiskimenn og 31 føroysk skip hava fiskað makrel. Hesir hava fingið góða úrtøku, ið fer at síggjast aftur, eisini í kommunukassunum. Nógv arbeiðið hevur verið á Kollafjørð Pelagic. Vit hava skapt eitt útflutningsvirði á 1,2 mia. Landið hevur fingið eina inntøku á 80 mió við at selja tey rættindi, ið áður vóru ókeypis. Samanumtikið, so hava bæði sjómenn, arbeiðsfólk, land og vinna fingið munandi meira burturúr makrelinum í ár.
Kann altíð gerast betur
Vit eiga allatíðina at leggja okkum eftir at skipa viðurskiftini betur ár undan ár. Tí hevur landsstýrið samtykt, at makrelveiðan í ár skal eftirmetast fyri at kunnu læra av royndunum í ár og útfrá teimum skapa enn betur karmar komandi ár.