Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvík, er púra paff.
Og tað, sum hevur gjørt hana púra paff, er, at nú er ein maður, Tórbjørn jacobsen, valdur til formann í Demokrati,a sum hevur til endamáls at økja um leiklutin hjá kvinnum í politikki.
Á Facebookk lyftir Gunvá við Keldu fremstafingur, tí hon heldur, at nú mugu kvinnu álvaratos taka seg um reiggj.
- Vit mugu broyta okkara vanahugsan, ella okkara góðkenning av mansdomineraðu Føroyum, og taka okkum saman, sigur hon.
Hon heldur, at kvinnur mugu vera raskari at stuðla hvørji aðrari.
- Viðhvørt tykist, at summar kvinnur heldur velja ein mann enn eina aðra kvinnu, um tær ikki sjálvar sleppa framat, sigur hon
Hon vísir á arbeiðsstetningin hjá Demokratia, har tað stendur: Nevndin hevur fingið sum bundnan arbeiðssetning at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum økist, og umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondum.
- Sjálvandi kunnu menn sláa eitt slag fyri at fáa javnaðari býti millum kynini, men álvaratos. Nú hava "Gud hjálpi tú mær" 11 nevndarlimir, harav níggju eru kvinnur, valt ein mann til formann.
Altso er talan um eina nevnd við níggju kvinnum og tveimum monnum. Hvussu ber tað til, at tær ikki hava megnað at mobiliserað seg, so tær fingu eina vælkvalifiseraða kvinnu, sum tær uttan iva allar eru, til forkvinnu?, spyr býráðslimurin í Klaksvík
Kortini heldur hon, at Tórbjørn Jacobsen hevur uppiborið alla æru fyri at at bjóða seg fram.
- Hann er gløggur, ágrýtin, vælorðaður, arbeiðssamur og litríkur. Men, hetta áttu vit kvinnur ikki at staðið modell til, sigur Gunvá við Keldu.
Í nevndini í Demokratia, sita:
Tórbjørn Jacobsen, formaður (Tjóðveldi)
Ruth Vang, næstforkvinna (Framsókn)
Sigga Óladóttir Joensen (Javnaðarflokkurin)
Sunniva Bjarnastein (Fólkaflokkurin)
Beinta Klakkstein (Sjálvstýrisflokkurin)
Rani A. Skaalum (Miðflokkurin)
Petra Iversen (Sambandsflokkurin)
Marna K. Jacobsen (Kvinnufelagasamskipan Føroya)
Lív Patursson (Javnstøðunevndin)
Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen (Kommunufelagið)
Bjørg Jacobsen (skrivari)