Guri gjørdist hepni vinnarin

Guri Tórsdóttir Hansen í Havn gjørdist hepni vinnarin av einum Suzuki Swift 1,5i, sum var høvuðsvinningurin á lutaseðlunum ? Ársins lutaseðil? til frama fyri B36 Hósdagin 10. mai var bilurin handaður Guri av 12 ára gamli Regin Joensen, sum fyri Berg Motors og B36 handaði Guri skrásetingarskjalið og lyklarnar til tann svarta Suzuki Swift 1,5i til eitt virði uppá kr. 157.990.

Orsøkin til at tað var Regin, sum handaði Guri bilin, var at tað var júst hann sum fyri jól í fjør hevði selt henni lutaseðilin. Tey búgva í sama grannalagi. Guri keypti bert tann eina seðilin.

Guri sigur, at hon var í ferð við at keypa sær ein nýggjan bil av einum øðrum merki, tá hon varnaðist, at hon hevði vunnið Suzuki bilin. Hetta kom sera væl við. Tað kennist bara so løgi at fáa ein heilan bil fyri 50 krónur, sigur ein ovurfegin Guri Tórsdóttir Hansen.