Gus vinnur aftur

Ein tann kendasti danski poker-spælarin, Gus Hansen, hevði eitt risa-hall í sínum roknskapi í fjør, men fyrsta mánaðin í 2010 hevur gingið nakað nógv betur. Ekstra Blaðið skrivar, at Gus hendan fyrsta mánaðin hevur vunnið á leið 12 milliónir. Og heldur tann gongdin fram, er skjótt at vinna aftur tær 29 milliónirnar, sum vóru í halli í 2009.