Guttorm fyrsti føroyameistarin í krossrenning

Fyri fyrstu ferð nakrantíð var skipað fyri FM í krossrenning, og Guttorm Sørensen gjørdist fyrsti føroyameistarin

Leygardagin var fyrsta føroyameistarakappingin í krossrenning á Svangaskarði. Í krossrenning verður á ójøvnum undirlagi, helst úti í náttúruni. Ikki færri enn 21 luttakarar vóru, og tá ið avtornaði var tað favoritturin, Guttorm Sørensen, ið vann kappingina. Sambært Norðlýsinum hevur Guttorm drúgvar royndir frá slíkum kappingum í Danmark, og tí var úrslitið ikki óvæntað.
Guttorm hevði tíðina 32,27 minuttir. Nummar tvey var Jonhard Larsen, ið brúkti 33,08 minuttir um teir átta kilometrarnar. Triðjaplássið fekk Cecil Weihe, ið brúkti 33,30 minuttir um teinin.
Hjá teimum ungu monnum gjørdist Jóan Karl Joensen úr Bragdinum vinnari, meðan Brynhild Absalonsen eisini úr Bragdinum vann hjá kvinnunum.