FM-kapping á 10 kilometra-teininum í renning varð hildin í Runavík týskvøldið. Hjá kvinnum var Fríðunn Steinberg skjótasti rennarin, og kom hon á mál í tíðini 43,55 minuttir – ein lítlan minutt undan Rannvá Djurholm, sum gjørdist nummar tvey. Hjá monnum kom Guttorm Sørensen á mál í tíðini 33,39 minuttum, og vann hann soleiðis framman fyri Sam Vang og Regin Zachariasen. Fyri menn eldri enn 45 ár var Regin Zachariasen skjótastur, og í elsta bólkinum, sum var fyri menn eldri enn 55 ár, vann Krisjan Christiansen kappingina.