Guttorm vann hálvt marathon

29 menn og seks kvinnur tóku lut, tá Bragdið leygardagin skipaði fyri kapping á hálvum marathon-teini.

Favoritturin hjá monnunum, Guttorm Sørensen, legði seg á odda beinanvegin, og rann á mál sum tryggur vinnari við tíðini 1 tíma 14 minuttum. og 40 sekundum.

Næstur á mál varð Andrias Hansen við tíðini 1.16,53, og honum á baki kom Henry Olsen, í harðari kapping við Eirik Hansen, sum eftir ein góðan innsats mátti lúta fyri rutinuni hjá Henry. Teir runnu teinin uppá ávíkavist 1.20,03 og 1.20,13.

Kappingina um fyrsta plássið hjá kvinnunum, stóð millum Árnu Helmsdal og Fridu Poulsen, Árna vísti seg at verða tann skjótara, og kom hon á mál 1 minutt og 12 sekund áðrenn Frida. Tíðirnar vóru 1.48,27 og 1.49,39. Karin Kirke kom á mál sum nummar trý við tíðini 1.55,42.

Kappingina hjá veteranum vann Borgar Biskupstø úr Treysti við tíðini 1.21,15, frammanfyri Absalon Hansen. Triður á mál varð Hákun Djurhuus. Majbritt Vestergaard vann hjá kvinnunum.

Super veteranurin Óli Olsen livir framvegis upp til heiti. hann vann sína kapping við imponerandi tíðini 1 tími 30 min. og 36 sek.