Guttormsgøta: Áræði gerst til egin hús

Í hesum nýggja bústaðarøkinum lá einaferð eitt oyðið grundøki. Í økinum var eitt mýrulendi, og tí hevði hetta økið helst ikki tann stóra áhugan hjá møguligum keyparum.

Ein dagin varnaðust íbúgvararnir á gøtuni at her var okkurt í ferð við at henda: Menn byrjaðu at máta og mála upp, og nakað eftir byrjaði arbeiðið við at gera hetta økið byggibúgvið.
- Íðan, her er helst líkt til, at onkur hevur keypt øki og ætlar sær at byggja her, hugsaðu fólk.
Onkur bar kenslu á tann eina mannin, sum var rættiliga ofta at síggja á hesum økinum. So líðandi gjørdist teimum greitt, at hetta var maðurin sum átti økið.
Og hesin maðurin var ikki ein og hvør, kundu tey, sum kendu mannin, greiða hinum ókunnugu frá.
- Hatta er Bagge. Ein maður, sum ikki altíð hevur havt tað so lætt her í lívinum. Ein mann, sum tit uttan iva hava sæð gangandi við posum í hond, tí hann hevur savnað sær fløskur saman. Ein maður, sum nógv helst hava vent sær burtur frá.
- Men hygga nú. Nú hevur hann keypt hetta økið, og skal byggja sær síni egnu hús. Er tað ikki ótrúligt? Jú, hann er ein knassi hasin Bagge, søgdu tey.
Sum fráleið varð økið byggibúgvið, teir fyrstu formarnir komu upp og ein skjønnan dag stóðu húsini har, innilokað og innrættað.
Nú byrjaðu teir stóru vørubilarnir at koma ? við skápum, hvítvørum, gólvklædningi og øðrum til húsið. Handverkarar gingu út og inn, og í dag er so klárt hjá Bagga at flyta inn í egin hús.
Hann hevur leigað ymsastaðni runt í býnum í mong ár ? tey seinastu 7 árini í Lynggøtu 7 í Havn.
Nú er liðugt við leigugjaldi. Nú standa avdrøgini til Føroya Sparikassa fyri framman.
Men åh den lætti, - nú kann hann húsast í egnum húsum. Húsum hann sjálvur hevur goldið og stríðst fyri.
Míni hús!