Guus Hiddink preiar til Anfield

Og nógv verður gitt um, hvørt Rafa Benitez fær sekkin ella ikki. Eisini verður gitt um, hvør ein eventuellur avloysari kann verða, um Rafael Benitez verður koyrdur, og eru fleiri nøvn longu í uppskoti.

 

Ein maður, ið longu er í Liverpool, Kenny Dalglish, sum áður hevur verið venjari, er ein av favorittunum, men nú hevur ein annar nógv umbiðin maður givið eitt prei um, at hann kanska verður tann næsti í Anfield-sessinum.

 

Talan er um Guus Hiddink, sum í løtuni er venjari hjá Russlandi, sum tó einki hevur á skránni restina av árinum, og sum var venjari hjá Chelsea eitt skifti í fjør, inntil Carlo Ancelotti tók við sessinum.

 

Guus Hiddink, sum væntandi fer úr starvinum í Russlandi eftir HM í summar, hevur sagt, at hann fegin vil sleppa at venja í Premier League aftur. Men fyrst má hann tó tosa við Chelsea-eigaran Roman Abramovich, sum er ein týðandi persónur í russiska fótbóltssambandinum.

 

Oddsini fyri at Rafael Benitez verður tann næsti Premier League venjarin, sum verður koyrdur, eru í løtuni sera ring fyri spaniólan - bert 2 ferðir pengarnar aftur.