Ógvuslig brúkaragjøld ella nógv hægri skattur

FLOKSTING Avleiðingarnar av politikkinum hjá samgonguni verða ógvusligar fyri okkara børn og barnabørn, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi

- Avleiðingin av politikkinum hjá sitandi samgonguni er, at einasti háttur at fíggja vælferðartænastur frameftir, verður at krevja ógvuslig brúkaragjøld - ella at skatta pensjónirnar einaferð enn.
Tað staðfestur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, á flokstinginum hjá flokkinum um vikuskiftið.

Rinda nógv hægri skatt
Høgni Hoydal sigur, at í løtuni brenna vit ljósið í báðum endum, og tey, sum eftir okkum koma, fara at rinda ein dýran prís fyri førda politikkin í dag.
Eitt, hann sipar til, er flatskattaskipanin hjá samgonguni, sum gevur teimum vælbjargaðu nógv tann størsta skattalættan.
- Fyri at hetta ikki skal síggjast ov væl á landskassaroknskapinum, má samgongan taka meira pening inn frá fólki, men hon ger tað á ein hátt, so at tað ikki sæst og merkist beinanvegin.
- Tí fór samgongan at brandskatta pensjónsinngjaldingarnar hjá tí meiniga fólkinum, ella hjá tí størru helvtini, sum ikki fær nakað burturúr flatskattinum.
- Vit taka nú 40% í skatti av øllum inngjaldingum til pensjónir og geva hesar pengar beinleiðis út til ta ovaru helvtina.
Høgni Hoydal staðfestir, at áður rindaðu fólk ímillum 27% og 35% í skatti av pensjónini, tá ið hon varð goldin út.
- Nú verða 40% tiknar inn beinanvegin -og brúktar beinanvegin.
- Nú verður tað bara tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum og sum ikki hava serskattaskipanir, sum koma at gjalda allan skattin til okkara felags tænastur, bæði hjá landi og kommunum.
- Tey lægri løntu gjalda nú – og okkara børn, ommu- og abbabørn – skulu gjalda alt seinni.

Eitt ófatiligt rán
Uppaftur ógvusligari verður tað tá ið hugsað verður um, at tey næstu árini verða tvær skattaskipanir fyri pensjónsinngjøld galdandi.
Onnur er tann gamla skipanin har øll, sum hava goldið inn til pensjón, gjalda skatt, tá ið pensjónin verður útgoldin.
Og hin er tann nýggja skipanin, har alt, sum verður goldið inn eftir nú, verður brandskattað og brúkt beinanvegin.
- Vit brenna altso ljósið í báðum endum, og tey, sum eftir okkum koma, fara at missa helvtina av hesum inntøkum, so hvørt tann gamla skipanin dettur burtur.
Samstundis er øll skattabyrðan løgd á tey, sum arbeiða, men tey, sum fara frá við eftirløn, rinda ikki skatt.
- Hetta er eitt ófatiligt rán og eg skilji ikki, at fakfeløgini ikki gjørdi meiri burtur úr at mótmæla, sigur Høgni Hoydal.

Hevnir seg aftur
Høgni Hoydal er sannførdur um, at einasti háttur at fíggja vælferðartænastur frameftir, verður tá at krevja ógvuslig brúkaragjøld, ella at skatta pensjónirnar einaferð enn.
Hann sigur, at hetta klívur og spjaðir fólkið í samfelagnum.
- Tann størri helmingurin av fólkinum verður skuldartyngdur, kostnaðarstigið hækkar, brúkaragjøld, olja, avgjøld og renta tyngja – og støðugt fleiri missa frælsið at virka og skapa og taka lut í samfelagnum á rímiliga jøvnum støði, sigur hann.
Hann sigur, at hetta hevur tikið grundarlagið undan arbeiðinum við eini nýggjari pensjónsskipan.

Tríggjar súlur
Hinvegin heldur Tjóðveldi, at ein pensjónsnýskapin skal byggja á tríggjar súlur, fólkapensjónina, Samhaldsfasta og eftirlønarskipanirnar á arbeiðsmarknaðinum og persónligu uppsparingina.
Men annars mælir flokkurin til, at Samhaldsfasti verður styrktur og verður høvuðsbulin í pensjónsnýskipanini.
- Á henda hátt ber til at fáa eina einfalda og rættvísa skipan til frama fyri alt fólkið í Føroyum, sigur Høgni Hoydal.