Ógvuslig gosspreinging í Japan

Síðani seinasta hósdag hevur japanska gosfjallið Shinmoedake sent øsku og royk upp í loft, og fyrrapartin var ein ógvuslig spreinging í gosopinum. Sjónvarpsmyndir vístu, hvussu spreingingin sendi eitt risastórt skýggj av gróti, øsku og gassi langt upp í loft.

Sambært myndugleikunum var trýstið frá spreingingini so stórt, at rútar brotnaðu í húsum, sum eru átta kilometrar frá fjallinum, og nærhendis fjallinum fóru fleiri trø um koll.

Myndugleikarnir hava nú bannað fólki at fara inn um eitt trygdarmark, sum er fýra kilometrar frá gosfjallinum.

Gosið í Shinmoedake er tað harðasta í 52 ár.