Ellivu fólk fingu skaða, tá eitt flogfar hjá SAS neyðlendi á flogvøllinum í Aalborg seinnapartin í dag Flogfarið, sum hevði 73 ferðafólk umborð, fór úr Keypmannahavn kl. 14.15 og skuldi eftir ætlanini seta seg í Aalborg kl. 15. Men flogskiparin varnaðist brek við lendingarútgerðini, so hann gjørdi av at neyðlenda.
Tá flogfarið setti seg, brotnaði undirparturin, so annar vongurin datt niður á lendingarbreytina, og eldur kom í.
Fimm minuttir seinni vóru øll sloppin út úr flogfarinum. Ellivu fólk vórðu flutt á sjúkrahús.