Ógvuslig oljupríslækking stimbrar

OLJUPRÍSUR

Sonn vend er komin í oljuprísgongdina. Síðani hægsta stigið 26. oktobur er oljuprísurin lækkaður 20%, eftir at hann mánaðin frammanundan var hækkaður 26%. Samstundis vóru metnógv arbeiðspláss sett á stovn í USA í oktobur. Sostatt eru tvey viðurskiftir, ið hava forðað lánsbrævarentum at hækka, betraði. Kortini eru hesar rentur ikki hækkaðar, tí javnvág valdar ikki á lánsbræva-marknaðunum. Støðan er ikki varandi, og lánsbrævarentur eiga tí, sum frálíður, at hækka. Nýggjastu búskapartíðindini eru eisini jalig fyri partabrøv. Væntast skal tó framvegis ikki, at føroyska rentustigið hækkar næstu mánaðirnar.
Lesið meira um hetta og onnur viðurskifti á virðisbrævamarknaðunum í viðheftu útgávuni av Útliti og Ráki fyri novembur 2004.
Kelda: Útlit og Rák, Kaupthing