23 fólk doyðu, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina í pakistanska býnum Rawalpindi í morgun. 62 fólk vórðu særd. Hendingin var tætt við eina shiamuslimska mosku.
Taliban hevur longu átikið sær ábyrgdina av álopinum. Eygleiðarar halda, at álopið kann hava samband við, at muslimskir leiðarar úr átta londum halda fund í Pakistan. Tey átta londini, sum hava stovnað felagsskapin "Developing Eight", eru Egyptaland, Bangladesh, Malaysia, Indonesia, Iran, Turkaland, Nigeria og Pakistan.
Eygleiðararnir vísa samstundis á, at hendingin í morgun er enn eitt tekin um, at myndugleikarnir í Pakistan hava ikki verið førir fyri at basa teimum hernaðarligu felagsskapunum, hóast herurin hevur gjørt fleiri álop á teir.