Ógvusligt ferðsluóhapp á Toftum

Ein drukkin bilførari rýmdi av staðnum, tá ið hann seinnapartin mánadagin rendi á ein annan bil á Toftum.

Eitt ferðsluóhapp á Toftum í mánadagin mundi enda galið. Óhappið hendi um hálvgum fimm tíðina seinnapartin mánadagin, tá ið ein bilur skuldi snara til vinstru við bensinpumpuna við gamla Oyrahandilin niðan á vegin móti Fótbóltsvøllinum. Ein bilur koyrdi beint aftan fyri henda bilin, og bilførarin varnaðist ikki, at fremri bilurin hevði steðgað á og gjørt seg kláran til at snara til vinstru. Hann rendi tí við nógvari ferð upp í reyvina á fremra bilinum, og vakthavandi á politistøðini í Runavík sigur, at stoyturin var so mikið harður, at fremri bilurin styttist einar hálvanannan metur.

Rýmdi av staðnum
Rygglenið á førarasetrinum brotnaði eisini, og kvinnuligi bilførarin endaði tí bráddliga á baksetrinum. Tíbetur fekk kvinnan tó ongan skaða av stoytinum.
Maðurin, ið koyrdi bilin aftan fyri, steðgaði bilinum, og tá ið fólk komu til, varnaðust tey, at maðurin var drukkin. Løgreglan varð boðsend, men áðrenn hon kom á staðið, var ávirkaði bilførarin rýmdur av staðnum til gongu oman móti bátahylinum.
Løgreglan fór at leita, og tað eydnaðist teimum at finna mannin í øllum myrkrinum. Vaktahavandi sigur, at maðurin var týðuliga drukkin, og helst verður hann dømdur at missa koyrikortið.
Báðir bilarnir fóru rættuliga illa í samanstoytinum.