Ógvusligt og yvirdrivið arkitektoniskt

- Skálatrøð er tað mest spennandi byggiøkið, sum er eftir í býnum, og fyrr ella seinni verður bygt á økinum. Men uppskotið um Skálaborg sýnist mær ógvusligt. Bygningurin hóskar ikki inn í umhvørvið og er fyri mær ikki sannførandi, sigur Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur í Havn

SKÁLABORG
- Skálatrøð er tað mest spennandi byggiøkið, sum er eftir í býnum, og eg ivist ikki í, at tað ber til at fáa eina fantastiska bygging har. Tað liggur mitt í hjartanum í býnum, og liggur nærum og bíðar eftir, at onkur byggir á tað. Síðani økið varð sprongt, hevur tað ligið óliðugt viðgjørt og brúkt sum parkeringspláss. Onkustaðni skulu bilarnir vera, men eg havi altíð hildið, at tað er heilt skeivt at gera parkeringspláss har, sigur Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur í Havn.
Nógvar hava ætlanirnar verið, sum eru lagdar á Skálatrøð. Ætlanin hjá samtakinum Routunda at byggja ein 7000 fermetra stóran bygning við íbúðum, handlum og øðrum á Skálatrøð, er bert tann seinasta í røðini. Ola Steen, sum teknaði Norðurlandahúsið, metti á sinni, at Norðurlandahúsið átti at ligið á Skálatrøð. Síðani hava uppskot til eldraíbúðir, hotell og enntá eitt løgtingshús verið til Skálatrøð.
Størsti trupulleikin at byggja á Skálatrøð er ferðslan og parkering. At har er so ringt at koma til og frá.
- Sigmundargøta er heilt vónleys at koma ígjøgnum, somuleiðis Grím Kambansgøta. Einasti møguleikin er at troðka seg ígjøgnum Vágsbotn. Tí er eisini skeivt at leggja parkeringspláss har. Parkeringspláss skulu liggja nær við høvuðsferðsluna, har tað er lætt at koma til og frá, sigur Gunnar Hoydal.

Tankin góður
Serliga sjónskur verður ferðslu- og parkeringstrupulleikin, um ein so stórur bygningur sum Skálaborg verður lagdur á Skálatrøð.
- Sum er eru eini 160 parkeringspláss til dagparkering á Skálatrøð. Í sær sjálvum krevur ein bygging á 7000 fermetrar við íbúðum, skrivstovum og handlum í minsta lagi 150-200 parkeringspláss umframt.
Sjálvur dámar Gunnari Hoydal best uppskotið á sinni hjá arkitektunum Gudmundi Hansen og Alberti Isfeldt um eldaíbúðir, sum lógu inn ímóti berginum.
- Tað hevur nakað við støddir at gera. Skálatrøð var eina ferð ein trøð, sum gekk oman ímóti sjónum. Eldraíbúðirnar í fyrra uppskotinum bygdu seg út frá berginum, og tí sýntist tann ætlanin ikki so ógvuslig. Hetta nýggja uppskotið er rættiliga nógv øðrvísi, bæði í formi og dimensjónum. Tað er áhugavert at síggja eitt slíkt uppskot, tankin er góður, men nógv viðurskifti, ikki minst viðvíkjandi ferðslu og parkering, skulu kannast og loysast fyrst.
- Bygningurin sýnist mær ógvusligur og onkusvegna yvirdrivin arkitektoniskt. Hann liggur frítt miðskeiðis á økinum, við einum torgi í miðjuni, og hann tekur seg ikki upp fyri húsini, sum liggja aftanfyri. Men sum hann er vístur á myndum, hóskar hann ikki inn í umhvørvið. Fyri mær er ætlanin ikki sannførandi.
- Hinvegin er ikki lætt at útiloka nakra ætlan á Skálatrøð, men tað verður ikki lætt at leggja ein 7000 fermetra stóran bygning á økið. Skrivstovur og handlar krevja parkeringspláss. Skrivstovur høvdu ligið væl á Skálatrøð, men góð øki til skrivstovur eru løgd aðrastaðni í býnum, sigur Gunnar Hoydal.

Nýggj ferðsluæðr
Skal nakað byggjast á Skálatrøð, má nýggjur vegur gerast úr J.C. Svabosgøtu oman á Skálatrøð.
- Tað er næstan neyðugt fyri at loysa ferðslutørvin, sum verður. Fyrr ella seinni verður okkurt bygt á Skálatrøð. Tað er heilt givið. Onkur bygningur, sum ger økið meiri livandi og upplivilsisríkt. Tað kundi eitt nú verið eitt býarhús til mentunartiltøk. Ein slíkur bygningur hevði ikki nervað ferðsluna so nógv, tí mentunartiltøk eru sum oftast um kvøldið og tá er ferðslan ikki so nógv. Í løtuni liggur vestaravág nakað deyð. Hinvegin liggja nakrir fantastiskir bygningar vestanfyri, Müllers Pakkhús, Skeivapakkhús, fabrikkin hjá Østrøm millum aðrar. Hesir kunnu verða ein herligheit fyri býin í framtíðini, sigur Gunnar Hoydal at enda í viðtali.