Klokkan 16 í dag borreiðir Fjarðafestivalurin við barnatiltøkum. Gyklarin Ásbjørn og Absalon og Beinta Áargarð standa fyri undirhaldinum frá pallinum, og Nósi kemur eisini á vitjan.
Fjarðarlandið letur upp klokkan 14, og har kunnu børnini ókeypis hugna sær á øllum hoppiborgunum. Fjarðafestivalurin boðar frá, at eisini kemur níggju ára gamli, Hans Terje at syngja í Tjaldinum.
Í dag byrjar Fjarðafestivalurin annars klokkan 14 við pallborðsfundi, har umboð fyri kirkju og samkomulívið í Føroyum skifta orð um kristindóm í Føroyum 2010.
Meira fæst at vita um Fjarðafestivalin www.fjardafestival.com