Gylt sponsk lyfti

Hóast teir mest sum altíð tykjast kiksa, tá mest stendur á, so er langt síðani, at Spania hevur hvat ein somikið lovandi hóp, sum teir hava tað hesaferð

HM Bólkur H

Hóast Spaniólar ígjøgnum áratíggju hava havt nøkur av sterkastu feløgunum í heiminum, og hóast teir ferð eftir ferð eru farnir til HM sum partur av favoritt-feltinum, so er sjaldan meira enn bara tos komið burturúr. Afturi í 1964 vunnu teir EM-heitið, og 20 ár seinni gjørdist talan um EM-silvur. Men í HM-høpi er søgan nærum syrgilig. Eitt fjórðapláss í 1950  har talan var um finaluumfar  og annars fjórðingsfinaluar í 86, 94 og 02 er tað, sum er komið burturúr, og tað er nakað nógv minni, enn bæði áskoðarar og spælarar hava havt vónir um.

Klassi um alt liðið
Spanska liðið hesa ferð tykist snøgt sagt vera ov sterkt, til at teir enn einaferð skulu vísa seg sum vónbrotið í kappingini. Cassillas, Salgado, Puyol, Luis Garcia, Joaquin, Fabregas, Raul, Torres, Reyes og Villa eru alt spælarar, sum treingjast upp móti avgjørda heimsoddinum. Teir spæla við nøkrum av sterkastu feløgunum í heiminum, og kenna tí alt til trýstið, sum hvílur á stórum spælarum í stórum dystum.
Ikki minst verður tað sera spennandi at fylgja teimum báðum, Torres og Fabregas. Torres kom á landsliðið fyri tveimum árum síðani, og higartil er talan blivin til 30 dystir og 10 mál. Hóast hann higartil hevur verið trúfastur móti Atletico Madrid, so tykist tað bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn okkurt pengasterkari felag  helst í Onglandi  fer avstað við undirskrift hansara, og einki er at ivast í, at eisini hetta er ein eyka motivatiónsfaktorur hjá spælaranum komandi mánaðin.
Cesc Fabregas gjørdist í ár yngsti spanski landsliðsspælarin í søguni, og hóast unga aldurin hevur hann longu nú bitið seg rimmarfastan á sterka Arsenal-miðvøllin. Megnar hann at gera eins nógv um seg á spanska miðvøllinum í summar, kann hann heilt avgjørt gerast næsta stóra superstjørnan hjá Spania, og tá skal sjálvt ikki Raul kenna seg tryggan á trúnuni.
Júst royndir spælarar sum eitt nú Raul tykjast eisini vera garanturin fyri, at Spania hesa ferð kann gera meira um seg, enn vanligt hevur verið. Tá ungu stjørnuskotini hava royndar kreftir at stuðla seg at, kann hetta lyfta nakað av trýstinum, og tí eru allar fortreytir til staðar fyri einum góðum sponskum HM.

Svangir outsidarar
Saman við Ukraina er tí einki at ivast í, at Spania eru stórfavorittar at vinna seg víðari úr bólkaspæliknum, men bæði Saudi Arabia og Tunis eru tó vandamikil mótstøðulið.
Ikki minst hevur Tunis gjøgnum skjótt fleiri ár sýnt seg sum eitt óvanliga væl skipað afrikanskt lið, og við Roger Lemerre sum venjara verður hetta helst eisini ein av fremstu dygdunum hesaferð. Úrtøkan tær báðar seinastu ferðirnar hevur tó verið sera soltin við bara einum stigi í bæði 98 og 02, og tí er einki at ivast í, at spælararnir eru seras uppsettir, nú teir triðu ferð á rað eru partur av HM.
Hjá Saudi Arabia er talan um fjórðu undankappingina á rað, men eisini hjá teimum hevur úrtøkan verið soltin seinastu ferðirnar. Í USA eydnaðist tó at koma víðari úr bólkaspælinum, men síðani hevur talan bara verið um ein einastakan javnleik, og tað er ikki nøktandi.
Ríka fótbóltssambandið tykist eisini hava stórar ambitiónir, og skiftini á landsliðsvenjarasessinum hava eisini verið títt. Og um brasilski Marcos Paquetá kann broyta nakað í so máta tykist ógvuliga óvist.