Gylti møguleikin burturtveittur

Við vyirtalsstøðu í fimm minuttir hevði Kyndil allar møguleikar at avgera dystin, men ístaðin snaraði VÍF dystinum - og FM-stríðnum - til egnan fyrimun seinastu løtuna

»Eitt tap í dag hevur við sær, at Kyndil uttan iva verða meistarar«
Somikið greið var áskoðanin í leikskránni hjá VÍF til dystin sunnudagin, og hetta var neyvan at taka munnin ov fullan. Sum støðan var undan dystinum, so skræddi vinnarin seg leysan av hinum, og vann Kyndil, so høvdu teir í góða málmuninum eitt eyka vápn, sum kann fáa heilt nógv at siga, tá talt verður saman eftir lokna kapping.
Men nú gjørdist setningurin sum so bara hypotetiskur, tí tað eydnaðist vestmenningum at basa Kyndli fyri triðju ferð innan knappar tríggjar vikur. Hesaferð í einum dysti, sum kanska var enn meira spennandi enn fyrra hálvlfinalan teirra millum. Og undirhaldsvirðið sunnudagin kann næstan sammetast við tað, sum bæði liðini góvu áskoðarunum fyri knøppum ári síðani.
Tí talan var veruliga um undirhald til kræsnar gómar sunnudagin. Skiftandi yvirvág, spentar støður, taktisktar broytingar og ein bæði spennandi og dramatiskur endi. Spælið var kanska ikki av tí besta, sum bæði liðini hava sýnt í ár, men s*** verið við tí. Sum óvildigur eygleiðari var talan í øllum førum um besta dystin hetta seinasta knappa árið. Í øllum førum um ein »dystur« verður defineraður sum ein samanrenning av øllum tí, sum kann gera hondbólt til eina sera áskoðaravinarliga ítrótt.

Skiftandi yvirvág
At VÍF hevði knógvað teimum grønu yvir tveir hálvfinaludystir fyri stuttum, tóktist frá fyrsta bríksli hava sína stóru ávirkan á, hvussu liðini fóru undir uppgávuna. Fyri bara tveimum mánaðum síðani mest sum rann Kyndil teir gulu niður frá fyrsta bríksli, men hesaferð gjørdu teir ikki somikið sum eina roynd í so máta. Allar helst var virðingin ov stór, til at hetta lat seg gera, og sjálvir tóktust vestmenningarnir eisini vera meira óimponeraðir hesaferð, enn teir so mangan áður hava verið.
Ikki minst gjørdi tað góðan mun fyri teirra viðkomandi, at Kyndils-verjan lág somikið fløt, at Sámal Joensen í fleiri førum slapp bæði ein og tveir metrar inn um teir tríggjar metrarnar, áðrenn hann setti av, og so kundi Kyndil akkurát tað sama givið stórskjúttanum tómt mál at skjóta eftir.
Spakuliga komu teir grønu tó fyri seg. Sjúkrafráveran av Jakob Jónsson tóktist ikki bila so nógv, nú Jónleif Sólsker veruliga hevði funnið aftur á slóðina í sínum spæli, og í so máta tóktist saknurin hjá VÍF í skadda Áka Olsen at vera munandi størri. Hetta setti í øllum førum stóra ábyrgd á Sámal og Inga sum avsluttarar, og tó at hesir royndu, so tóktist ábyrgdin í løtum vera ov tung at bera.
Og seinastu løtuna undan steðginum tóktist Kyndil vera liðið, sum í grundspælinum ongantíð leit aftur um bak. Verjan fekst upp at koyra, soleiðis at skjúttarnir vórðu støðugt órógvaðir. Í alopsspælinum fekst neyðugi friðurin yvir spælið, soleiðis at mistøkini gjørdust fá. Og fram um alt, so sýndu teir nú eisini neyðuga tolið, soleiðis at skotið ikki varð upp á hálvar og trýkvartar møguleikar. Kanska kundi munurin eisini verið enn størri, um ikki VÍF framdi skifti á málmanspostinum, soleiðis at ein sera vælleikandi Eli Müller kom inn at loysa niðurskotna Dejan Lacok av.

Alt lá til Kyndil
Aftur tóktist dysturin hava tikið eina avgerandi vend, men í løtunum eftir steðgin varð hendan so ruddiliga koppað á. VÍF kom út sum eitt óløgi eftir steðgin. Samstundis hevði Kyndil gloymt alt um stinna verjuspælið, og Sámal Joensen & Co. tóku uttan stórvegis hóvasták av. Fimm tey fyrstu málini eftir stegðin áttu teir á heimaliðnum, og hóast Kyndil raknaði nakað við, so tóktist hetta als ikki vera nóg mikið. Fyrstu 18 minuttirnar eftir steðgin vann VÍF heili 12-4!, og nú lá alt beint til høgra beinið. Ella var tað kanska armin?
Men teir grønu vóru kortini ikki heilt lidnir. Teir fingu fatur um rætta endan, og seigliga togaðu teir seg aftur inn. Lars Black kom eisini inn sum ein sera handugur avloysari hjá Johan í málinum, og knappliga stóð 24-22 á talvuni. Og nú vóru tað teir gulu, sum tóktust febrilskir. At teir so samstundis fingu tvær útvísingar ímóti sær, gjørdi ikki støðuna betri, og sum dysturin nú lagaði seg, bendi alt á ein útisigur. Seks ímóti fýra fekk Kyndil nevnliga skotið seg upp á javnt, og tó at VÍF aftur skoraði, so hildu teir áfram at fáa útvísingar. Jónleif megnaði eisini at skjóta teir framum, og so tóktist alt avgjørt. Ikki minst tí fjórða VÍF-útvísingin innan fýra minuttir samstundis var hin triðja hjá Inga Olsen, sum soleiðis fekk reyða kortið.

Tveittu stigini burtur
Um onkur av heimaáskoðarunum nú var farin at leita sær móti hurðini, so skal viðkomandi ikki verða sagdur ringur fyri tað. Tí veruleikin var, at alt nú skuldi verið avgjørt. Kyndil hevði ikki bara essini. Teir høvu eisini allar kongarnar og minst tvær damur í hondini, men kortini var tað VÍF, sum onkursvegna trumfaði yvir. Kyndil megnaði ikki at spæla seg fram til seinasta opna møguleikan, og tá VÍF so aftur skoraði tvær ferðir, og Eli so eisini átti seinastu bjargingina í dystinum, var stóð tað greitt. VÍF hevði fyri triðju ferð á rað bast Kyndli. Teir fingu tvey stig afturfyri, og nú eru tað teir, sum eru á odda í landskappingini. Enn eru ikki allar súður syftar, vildi útvarpsmaðurin helst sagt, men í øllum førum eru tað nú vestmenningarnir, sum hava fyrimunin. Ikki minst sálarliga.
Spurningurin er so, um teir megna at halda dampinum. Tað kann í øllum førum tykjast nakað tunt, nú liðið noyðist at vera Áka Olsen fyriuttan í einar fýra-fimm vikur. Hesaferð megnaði Sámal at taka ábyrgdina á seg, men tað er ikki víst, at tað fer at bera á mál hvørja ferð, og so er spurningurin, hvørji onnur vápn vestmenningarnir eiga.