Theodor Eli Dam Olsen, prestur
-----
Sunnudagin er pálmasunudagur.
Dagurin, tá Meistarin sjálvur valdi sær eitt ásin at ríða á inn í tann Heilaga staðin.
Dagurin tá, fólk fagnaðu honum við pálmagreinum.
Nakrar dagar seinni vendi fólkahýrurin.
Pálmgreinarnar sveiggjaðu aðrar vegir, og tummlarnir, ið einaferð vendu upp, vendu niður.
Meiningar, hugburður og áskoðanir kunnu skifta. Tað er náttúran í fólkaræðinum.
Men tað er eisini týdningarmikið fyri fólkaræðið, at vit hava nakrar mekanismur, ið minna okkum á, at tað ikki skal vera ”gadens parlament”, ið tekur allar avgerðirnar.
Har krevjast upplýsing, hóvsemi – og viðhvørt sakkunnleiki.
Sigst, at tað ongantíð hevur verið so nógv brúk fyri útbúnum fólki sum í okkara tíð.
Kortini verður tað eitt nú í hesum døgum kjakast um, um okkara prestar í fólkakirkjuni, skulu vera stinnir í latíni, sum meginparturin av trúarlæru kirkjunnar upprunaliga er skrivaður á?
Tað er ongantíð gott at lækka útbúgvingarkrøvini, og neyvan hevði nakar skotið upp, at strika frálæruna í anatomi hjá læknum ella kynstrið hjá skiparum og pilotum at lesa landkort.
Eitt upplýst fólkaræði eigur ikki at leypa yvir um, har garðurin er lægstur, men heldur at syrgja fyri, at upplýsing ikki er bara nakað, ið vit bara seta í samband við við okkara loftslampur í stovuni.
Spurningar um okkara kjølfesti sum mentað tjóð við almennum dannilsi eiga ongantíð at vera so ótrygg, at tey sveiggja sum pálmagreinar í vindinum.
Eitt annað dømi um, hvussu vit kunnu vera mint á, at kjarnuvirðini í einum samfelag altíð eiga at vera, at eitt samfelag er gott, um tey veikastu hava tað gott.
Ikki hvussu nógv tey vælbjargaðu fáa í lætta her og har.
Eftir at hin eyðmjúki Frans fyrsti, pávi, hevur tikið við, eru skemtitekningarnar longu farnar at floyma út á netið.
Á tekningunum verður hann spurdur, hví hann hevur ein metalkross, og ikki ein gullkross. Hví hann koyrir í bussi og ikki í limousinu? Og hví hann rindar sína hotellrokning sjálvur?
Og í somu tekningunum svarar hann undrandi, at hann helt, at undangongumaðurin var ein fátækur fiskimaður úr Galileu og ikki tann rómverski keisarin.
Eyðmjúkleiki og tilvitan um okkara medmenniskju eru kanska við at koma aftur á dagsskránna, nú sjálvur pávin í Rom sendir slík signal.
Hoyrdi frá einum vágbingi, at katolikkarnir eru glaðir fyri, at eingin tvørámaður bleiv pávi, tí so varð ein frystigoymsla uttan iva bygd framman fyri Pæturskirkjuni.
Men gamlar dygdir – tað at kenna sínar røtur og samstundis fjálga um sína samtíð – eiga ikki at vera sum pálmatrøini, ið gaman í kunnu vera vøkur og fagnandi, men sum frálíður kunnu vera sum sevleggir, ið sveiggja higar og hagar í kaldliga vindinum.
Dymbildagavikan nærkast, og vit leggja niður verðsligt sinni. Hetta eigur heldur ikki at vikast og sveiggja í várliga lotinum.
Gleðiligar páskir!