Gyltur møguleiki hjá Eivør

Ljóskastarin er av álvara settur á Eivør Pálsdóttir, sum er við á íslendskum festivali í hesum døgum. Íslendsku fjølmiðlarnir gera nógv burtur úr henni í sambandi við hennara framførslu á festivalinum

Yvir 600 útlendsk fjølmiðla- og umboðsfólk frá tónleikafyritøkum eru í Íslandi í sambandi við Airwaves festivalin, sum er tann størsti rockfestivalurin í Íslandi. Tískil má hetta sigast at vera ein gyltur møguleiki hjá Eivør at gera vart við seg og møguliga kunna koma fram aðrastaðni í Evropa.
Tjóðarrásin í íslendska útvarpinum, Rás 2, fer at taka konsertina hjá Eivør upp og senda hana seinni. Og møguliga fer íslendska rásin somuleiðis at senda konsertupptøkuna til eina aðra útvarpsrás, sum hoyrist um alt Evropa.
Fréttablaðið hevur spurt blaðstjóran á tónleikablaðnum Sánd, hvørjar bólkar hann gleðir seg til at hoyra til festivalin.
Hann nevnir fleiri og Eivør til síðst. Og so leggur hann afturat, at fløgan hjá Eivør, sum er á veg á marknaðin, er ótrúliga góð.
So ikki kann annað sigast enn, at føroyski songfuglurin í Íslandi av sonnum hevur gjørt vart við seg. Og so er spennandi at vita, um tað fer at eydnast henni at bergtaka alt og øll enn einaferð og harvið vinna sær eitt atgongumerki til evropeiska marknaðin.

Queen of charm
Tá tær íslendsku útvarpsrásirnar greiddu frá skránni fyri festivalinum fríggjadagin, vórðu løg hjá Eivør spæld. Og bæði bløðini Mannlíf og Fréttablaðið hava samrøðu við Eivør fríggjadagin.
Fréttablaðið kallar Eivør fyri drotning av sjarmu. Við blaðið sigur Eivør, at hon hevur annað beinið í Danmark, tí føroyski sjeikurin hjá henni, ein klaverspælari, býr har. Fløgan hjá Eivør kemur út sama dag í Íslandi og Føroyum. Mikudagin tann 22. oktober.
Eivør sigur, at orsøkin til, at hennara fløga eitur Krákan, er millum annað tí, at tað eru nógvar krákur í Føroyum og serliga nógvar í Gøtu, har Eivør jú er frá. Eivør sigur somuleiðis, at hon sær krákuna sum eitt tekin um frælsi.
Eivør og orkestur hennara byrja annars eina rundferð tann 28. oktober. Tey fara at ferðast tvørtur um Ísland, Noreg, Danmark og Svøríki.